Av hægstu tindum í svartasta dýpi - og uppaftur

Av hægstu tindum í svartasta dýpi - og uppaftur
Vikugesturin: Bárður Persson, sjónleikari, var vikugestur hesa vikuna. Hann setir upp leikin Løstir, ið snýr seg um sálarsjúku
 
17.05.2024 - 13:01

- Løstir er nakað, tú hevur við tær alt lívið.

Bárður Persson fer í komandi viku at føra fram leikin Løstir, sum hann hevur skrivað saman við Barbaru Hesselager. 

Saman lósu tey bæði á sjónleikaraskúlanum í Aarhus, og tey hava tað til felags, at tey hava verið sálarsjúk.

- Eg havi tað gott nú, men eg noyðist at arbeiða við tí alla tíðina.

Leikurin snýr seg um ikki at passa inn. Um at føla seg frávaldan í eini skúlaskipan, ið ikki megnar at lofta tær. Um sjúku, sum kemur sníkjandi. Um at liggja krúllaður undir eini dýnu og vera sannførdur um at vera fullkomiliga miseydnaður. Ein søga um at berjast fyri lívinum. Um at finna ein veg úr myrkrinum.

Hoyr samrøðuna við Bárð Persson um sjónleik og lívsins leik.

1673548

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV