Nýtt á KVF Sjón: Sært tú fuglin?

Nýtt á KVF Sjón: Sært tú fuglin?
Millum likkur og másar, krákur og starar, so er tað ein ørgrynna av øðrum fuglum í Føroyum. Við Silasi Olofson fara vit ein túr at síggja fuglarnar gjøgnum hansara linsu.
 
16.05.2024 - 13:32

Fyrst í mai leita alskyns fuglar sær hesa ársins tíð norðureftir í summarvist. Ein tíð, tá fleiri og meira óvanligir fuglar eru at síggja í Føroyum. 

Í millum likkur og másar, krákur og starar, so er tað ein ørgrynna av øðrum fuglum í Føroyum, sum tað kann vera torført at síggja ella skyna mun á. Við Silasi Olofson fara vit ein fuglatúr í Føroyum at síggja fuglarnar gjøgnum linsuna hjá Silasi. Tað gera vit í nýggju stuttrøðini "Sært tú fuglin?", sum longu nú er tøk á KVF Sjón

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Silas Olofson er kønari enn tey flestu í fuglum. Hann hevur fotograferað fuglar, síðani hann var 10 ára gamal. Og í 2022 gav hann saman við Jóruni Pólsdóttir út bókina "Fuglar okkara". Eitt stórverk í trimum bindum við 1.500 síðum. 

Silas hevur seinastu árini hugtikið mong við sínum vøkru fuglamyndum, sum eisini prýða bókaútgávuna. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í fyrsta parti verður farið til Sandoyar. Tað er eystan í ættini júst hendan dagin, og tað er sambært Silasi besta ættin at síggja flytifuglar bæði úr Skotlandi og úr meginlandinum í Evropa. 

Og tí gongur leiðin til Sandoynna, sum er opin bæði frá eystan og vestan. Eisini tey stóru vøtnini eru góð mið hjá fuglum at savnast. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Men eitt sindur av hepni skal eisini til fyri at síggja teir heilt sjáldsomu fuglarnar. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fyrsti partur verður í sjónvarpinum hóskvøldið 16. mai klokkan 20.20. 

Men tú finnur fyrsta partin á KVF Sjón longu nú.

 

20240514_NET_WAU_SAERTTUFUGLIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. juni
Veðrið
176960
Mánadag 17. juni
3-2 (18. juni 2024)
176895