Oyggjaleikirnir fáa pengar frá landinum

Oyggjaleikirnir fáa pengar frá landinum
Mentanarnevndin hjá løgtinginum er samd um, at landið letur Oyggjaleikunum 15 mió. kr. 
Oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989. Nú vera teir aftur í 2027.
 
14.05.2024 - 07:02

Mentanarnevndin hjá løgtinginum er samd um, at landið letur Oyggjaleikunum 15 mió. kr. 

Súsanna Bertholdsen sigur tó, at hon kann ikki góðtaka, at Suðuroyggin verður vald frá at hýsa pørtum av leikunum uttan yvirhøvur at hava fingið møguleikan at bjóða seg fram.

Hon sigur, at Altjóða oyggjaleikanevndin var í Føroyum í apríl, men hon vitjaði ikki í Suðuroynni.

Suðuroyggin var frávald uttan at fáa møguleikan at bjóða seg fram og vísa á, hvussu góðar umstøður eru at hýsa kappingum, sigur Súsanna Bertholdsen. 

At siglingin tekur tveir tímar, er ikki ein haldgóð grundgeving fyri, at Suðuroyggin ikki kann vera virkin partur í Oyggjaleikunum, sigur løgtingskvinnan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774