Borgarstjórarnir í Vágum sinnaðir at tosa um samanlegging

Borgarstjórarnir í Vágum sinnaðir at tosa um samanlegging
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, heldur eins og Bjarni Prior í Vága kommunu, at tað er vert at kanna møguleikan fyri samanlegging millum kommunurnar í oynni
Samanlegging hevur als ikki verið til umrøðu hetta valskeiðið, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
 
12.05.2024 - 18:18

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, tekur undir við Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, sum heldur, at kommunustýrini, sum verða vald eftir valið, seta seg niður og vita, um undirtøka er fyri eini samanlegging.

Bjarni Prior segði við netavísina VP fríggjadagin, at kommunustýrini, sum verða sett eftir komandi kommunuval í heyst, eiga at seta seg saman og kanna nærri, hvussu undirtøkan er fyri eini kommunusamanlegging í oynni.

"Eg meti, at tíðin er komin til at leggja Vágar í eina kommunu, og júst nær er ikki so týðandi, men meira, at ein tilgongd verður byrjað", segði Bjarni Prior við VP.

Eyð Ellingsgaard sigur, at hóast hetta ikki hevur verið umrøtt yvirhøvur í Sørvágs kommunu hetta seinasta valskeiðið, so er tíðin komin til at hyggja upp á tann møguleikan.

 

Hoyrið samrøðu við Eyð Ellingsgaard her:

Eyd_E_um_samanlegging

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Týsdag 15. oktober
Morgunlestur týsdagur 15. oktober 2024
181964
Mánadag 14. oktober
Við Tórði á túri á Eydnufestivali
182054
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907