Enn ein føroyskur hondbóltsspælari til bundesliguna

Enn ein føroyskur hondbóltsspælari til bundesliguna
Føroyski landsliðsspælarin, Vilhelm Poulsen, skal spæla í bestu týsku hondbóltsdeildini. Bakkurin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við TSV Hannover-Burgdorf
Flúgvandi: Vilhelm Poulsen í atsókn ímóti Norðurmakedónia.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.05.2024 - 13:58

Vilhelm Poulsen skal spæla við TSV Hannover-Burgdorf í bestu týsku hondbóltsdeildini. Føroyski bakkurin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála.

Tað váttar týska felagið í dag, eftir at portal.fo skrivaði um skiftið síðsta fríggjadag. 

 - Hann hevur serliga bergtikið okkum við sínum framsøkni og hansara evnum í verjuni. Vilhelm kemur við nógvum í sínum spæli og einum veruligum stríðsvilja, sum hóskar okkara liði væl. Nú fær Vilhelm møguleika at menna seg meira - og tað skal hann eisini. Eg gleði meg til at arbeiða saman við honum, sigur venjarin hjá týska felagnum, Christian Prokop.

24-ára gamli høgri bakkurin hevur seinastu tvey árini spælt í bestu donsku deildini, og hevur samstundis verið ein av lyklaspælarunum hjá Peter Bredsdorff-Larsen á føroyska landsliðnum, sum er á veg til Norðurmakedónia at spæla seinna playoff-dystin eftir sannførandi heimasigurin mikukvøldið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192148
Mikudag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192176
Mikudag 21. mai
Morgunlestur mikudagur 21.mai 2025
192174
Týsdag 20. mai
LEITISSTEIN 20.05.2025 (FRUM)
192144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112