Joe Biden: Tekur ikki undir við, at Ísrael ger innrás í Rafah

Joe Biden: Tekur ikki undir við, at Ísrael ger innrás í Rafah
Um Ísrael fremur álop á Rafah, so verður tað uttan amerikanskar bumbur og granatir, eru boðini frá amerikanska forsetanum
Sambært forsetanum heldur USA uppat við at senda bumbur og granatir, sum kunnu brúkast í eini innrás í Rafah, um Ísrael leypur á.
Mynd: Mynd: RitzauScanpix  
 
09.05.2024 - 09:30

Um Ísrael fremur álop á Rafah, verður tað uttan amerikanskar bumbur og granatir.

Tað sigur Joe Biden, amerikanskur forseti, sum eisini viðgongur, at amerikansk vápn hava kosta sivilum lívið í Gasa.

Tað sigur hann í eini samrøðu við CNN, har hann leggur dent á, at hann ikki vil hava, at Ísrael ger innrás í býin Rafah, sum liggur sunnaliga í Gasa, har yvir eina millión fólk halda til.

Í gjár váttaði amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, at USA fyribils hevur steðgað vápnaútflutninginum til Ísrael.

Og í samrøðuni við CNN sigur Joe Biden altso, at nú er nokk. Sambært forsetanum heldur USA uppat við at senda bumbur og granatir, sum kunnu brúkast í eini innrás í Rafah, um Ísrael leypur á, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076