EM-rógving: Sverri akkurát ov stuttur til bronsuna

EM-rógving: Sverri akkurát ov stuttur til bronsuna
Sverri Sandberg Nielsen varð yvirhálaður á síðstu metrunum, og rakk akkurát ikki triðja plássið í EM-finaluni í einskullara
Sverri Sandberg Nielsen endaði á fjórða plássi í EM-finaluni í Ungarn
Mynd: Balint Czucz  
 
28.04.2024 - 14:20

Sverri Sandberg Nielsen gjørdist ov stuttur til heiðursmerki, tá hann róði EM-finalu í einskullara í Ungarn sunnudagin.

Miðvingurin lá leingi á triðja plássi aftanfyri grikkan, Stefanos Ntouskos, sum var nummar tvey, og týskaran, Oliver Zeidler, men á síðstu metrunum varð hann yvirhálaður av Giedrius Bieliauskas úr Litava, sum fór avstað við bronsuni.

Sverri Sandberg Nielsen var góð seks sekund aftanfyri Oliver Ziedler, sum vann við tíðini 7,38.47. EM-luttøkan er liður í fyrireiking til OL í París, har 30 ára gamli miðvingurin hevur vunnið sær pláss. 

 

Zoe Dickson rakk ikki OL-plássi

Fleiri føroyskar kvinnur hava gjørt vart við seg í danskara rógving síðstu árini, og Zoe Elisabeth Dickson róði eisini í Ungarn í EOPQR-regatta-kappingini, sum kundi tryggja henni og Marie Mørch, sum hava róð saman í tríggjar mánaðir, OL-pláss. 

Tað eydnaðist kortini ikki. Tær báðar endaðu á triðja plássi.

 


Zoe Elisabeth Dickson (t.v.) og Marie Mørch endaðu nummar trý  í EOPQR-regatta-kappingini og fingu sostatt ikki OL-pláss. MYND: roning.dk
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574