Varpið fær tríggjar milliónir ikki fimm

Varpið fær tríggjar milliónir ikki fimm
Tað sigur fíggjarnevndin hjá løgtinginum 
Fíggjarnevndin vil lata Varpinum tríggjar milliónir.
 
19.04.2024 - 05:35

Varpið í Klaksvík skal hava tríggjar milliónir krónur aftrat.

Tað heldur fíggjarnevndin hjá løgtinginum. 

Nevndin sigur, at higartil eru latnar 12 mió.kr.

Biðið var upprunaliga um 15 milliónir.

Tí vera nú játtaðar tríggjar milliónir aftrat.

Fólkafloksfólkini í Norðoyggjum høvdu uppskot um fimm milliónir í eykajáttan.

Fíggjarevndin ger enn einaferð vart við, at greiðar mannagongdir um slíkar játtanir eru neyðugar.

Tær eiga at koma, áðrenn játtað verður til fleiri verkætlanir av hesum slagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV