Hava ikki umstøður til fleiri flóttafólk, sigur tingmaður

Hava ikki umstøður til fleiri flóttafólk, sigur tingmaður
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, kennir seg ikki sannførdan um, at tað er rætt at taka at taka fleiri flóttafólk
Helgi Abrahamsen er ikki sannførdur, um tað er rætt at taka fleiri flóttafólk til Føroya.
 
19.04.2024 - 06:01

Tað er ikki nóg mikið bara at taka flóttafólk til Føroya.

Vit mugu eisini hava okkurt at bjóða teimum, til dømis bústað, arbeiði og undirvísing.

Og tað hava vit ikki.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, kennir seg ikki sannførdan um, at tað er rætt at taka at taka fleiri flóttafólk.

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur skrivað álit um uppskotið hjá Løgmálaráðnum um at taka 50 flóttafólk aftrat úr Ukraina.

Hini í nevndini taka undir við uppskotinum.

Fyri tveimum árum var samtykt at taka 200 flóttafólk úr Ukraina.

Markið er rokkið

Meirilutin í rættarnevndini sigur, at hetta markið er rokkið. 

Tí ber ikki til at lata fleiri uppihaldsloyvi til flóttafólk úr Ukraina.

Helgi Abrahamsen sigur, at striltið hevur verið at finna øllum flóttafólkunum innivist.

Aðrar avbjóðingar eru eisini. 

Hann sigur, at stívliga 40 fólk eru farin av landinum aftur.

23 búgva í móttøkuhúsum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741