Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum í morgin

Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum í morgin
Hátíðarhald verður, tá Húsareynstunnilin verður skotin ígjøgnum í morgin klokkan kl 15
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
16.04.2024 - 14:14

Í morgin, mikudagin tann 17. apríl 2024 kl. 15 verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum.

Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av. 

Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum.

Á kortinum sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av.

Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.

Aftaná verður farið yvir á Hotel Føroyar at fáa kaffi og køkur í forhøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066