Altjóða oyggjaleikanevndin vitjar Føroyar

Altjóða oyggjaleikanevndin vitjar Føroyar
Fyrsta stóra stigið í oyggjaleikafyrireikingunum í Føroyum verður tikið í hesi vikuni, tá ið altjóða oyggjaleikanevndin kemur á vitjan
Jörgen Pettersson er formaður í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA
Mynd: Sophie Rabey / guernseypress  
 
16.04.2024 - 10:15

Føroyar skulu nú gerast klárar til at hýsa Oyggjaleikunum 2027. Sum liður í hesum er IIGA, sum er altjóða oyggjaleikanevndin, í Føroyum í nakrar dagar fyri at síggja oyggjalandið, sum verður oyggjaleikavertur summarið 2027, skrivar Ítróttasamband Føroya.

Talan er um eina arbeiðsferð, har nevndin fer at vitja flestu ítróttahallir, vøllir og breytir, sum metast kunnu at verða tikin í nýtslu, meðan Oyggjaleikir eru í Føroyum, eins og tey eisini fara at heilsa upp á umboð fyri lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttagreinar og ÍSF.

Endamálið er at vísa nevndini ítróttaligu hentleikarnar - umframt at vísa á teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð.

Nevndin fer eisini millum annað at heilsa upp á Føroya løgmann Aksel V. Johannesen, sum eisini er verji fyri ítróttinum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum umsitur ítrótt, borgarstjórarnar í Havn, Runavík og Klaksvík og aðrar myndugleikar við.

Ítróttasamband Føroya er vertur hesar dagarnar, meðan IIGA er í Føroyum. Ferðalagið fer av landinum aftur mánadagin 22. apríl.

Oyggjaleikir eru størsta tiltakið í Føroyum nakrantíð, og teir verða í døgunum 3.-9. juli 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066