Føroyingur í Ísrael: Ótrygt og trist at búgva í Ísrael

Føroyingur í Ísrael: Ótrygt og trist at búgva í Ísrael
Katrin Weihe Grosvirt úr Havn, sum hevur búð í Ísrael í yvir 30 ár, hevur síðani yvirgangsatsóknina tann 7. oktobur við familju síni búð á einum gistingarhúsi við Deyðahavið
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.04.2024 - 14:29

Sunnunáttina leyp Iran á Ísrael við dronum og rakettum, men við góðari hjálp frá Jordan, Saudiarabia, Bretlandi og USA eydnaðist Ísrael at skjóta 99 prosent av iranska álopinum niður, so álopið gjørdi ikki so nógv um seg.

"Tað hevur kenst bæði ótrygt og trist at búgva í Ísrael líka síðani yvirgangaatsóknirnar tann 7. oktobur," sigur Katrin Weihe Grosvirt úr Havn, sum hevur búð í Ísrael í yvir 30 ár. 

Síðani yvirgangsatsóknina tann 7. oktobur við familju síni búð á einum gistingarhúsi við Deyðahavið.

 

Katrin Weihe Grosvirt sigur, at tey vóru ávarað undan iranska álopinum, tí longu leygarmorgunin komu fráboðanir avlýsta skúlagongd og annað, men tó uttan aðrar ítøkiligar upplýsingar:

Samstundis sum ísraelska krígskabinettið aftur í dag fundast um eitt hóskandi afturvar at geva iranska álopinum sunnunáttina, verður arbeitt við at fáa í lag eina samgongu millum Ísrael og fleiri av grannalondunum.

- Hetta skal vera ein friðarsáttmáli ella -samgonga, ið vendir sær ímóti Iran, sigur føroyski sendimaðurin í Ísrael, Áki Johansen.


Ísraelski herurin er alvápnaður og til reiðar at verja sínar borgarar (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

Katrin_Weihe_Grosvirt__15042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738