Vikukjakið: Bumbur fyri friði

Vikukjakið: Bumbur fyri friði
Ben Arabo, Tóta Árnadóttir og Suni Poulsen mannaðu vikukjakið hesa ferð
Ben Arabo, Tóta Árnadóttir og Suni Poulsen
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
13.04.2024 - 13:16

Krígsótti. Bumbur fyri friði. Bann fyri bundinskapi. Og sinnisvíðkan.

Tað vóru vikuorðini hesa vikuna, tá ið Ben Arabo, Tóta Árnadóttir og Suni Poulsen viðgjørdu mál, sum hava sett dagsskránna hesa vikuna.

Til umrøðu var stóri norðurlendski fundurin í Føroyum, har Norðurlandaráðið helt sín fyrsta fund í Føroyum. Tosað var bæði um vantandi limaskapin hjá Føroyum, og at krígshóttan, NATO og tilbúgving kom í brennidepilin.

Eitt hálvt ár er liðið, siðan Hamas leyp á Ísrael, og Ísrael svaraði harðliga aftur. Vikupanelið viðgjørdu harðliga retorikkin, sum kreppan hevur elvt til, og tey lýstu, hvussu trupult málið er.

At enda var spurningurin um at seta eitt fullkomið forboð fyri fartelefonum í fólkaskúlanum eisini viðgjørt. 

Alt kjakið kann hoyrast her.

1666812

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV