Iranar tikið ísraelskt skip

Iranar tikið ísraelskt skip
Við tyrlu vórðu iranskir hermenn settir umborð á skipið MSC Aries, sum iranar siga, at ísraelar eiga
Hermenn verða settir niður á skipið
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.04.2024 - 13:26

Iranska tíðindastovan IRNA boðar frá, at irkanska tjóðarhirðan hevur tikið eitt farmaskip, sum myndugleikarnir siga hevur tilknýti til Ísrael. Tað endurgevur tíðindastovan Reuters.

Ætlanin er nú at sigla skipið í iranska havn.

Tyrlan setti fleiri hermenn niður á skipið, sum teir síðan tóku ræði á.

Iran sigur, at felagið Zodiac Maritime eigur skipið, og hetta felagið er lutvíst átt av ísraelska handilsmanninum Eyad Ofer.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508