Norðurlond sum eitt ríki – kann tað henda? 

Norðurlond sum eitt ríki – kann tað henda? 
Støðan við kríggi í Evropa og spenningum millum eystur og vestur ger, at tankin um eitt norðurlendskt ríki aftur spøkir. Andrias Sølvará, søgufrøðingur, lýsir støðuna søguliga
Svenski býurin Kalmar var miðdepilin í Kalmaruniónini
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.04.2024 - 16:00

Einaferð vóru øll Norðurlond savnað í einum ríki.

Hetta ríkið fevndi um tríggjar milliónir ferkilometrar og var eitt hitt størsta í Evropa í 126 ár.

Tankin um eitt norðurlendskt ríki stingur seg upp í søguni, tá londini rundan um norðurlondini hava eina ávísa atferð.

Spurningurin er so: Eru vit nú í einum slíkum tíðarbili, við kríggi í Evropa og spenningum millum eystur og vestur, har norðurlendskur ríkisfelagsskapur kann koma á dagsskrá aftur?

 

Vit hyggja at mynstrinum saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi. 

 

INNSLAG_Kalmarunionin_i_Breddanum

 

 

Frá Kalmaruniónini til Norðurlandaráðið

Eina ferð var tað ein kongur. Og ein drotning. Drotningin æt Margreta og var stjúkmóðir hjá konginum, sum nevndist Erik, og hon ráddi fyri hann í ríkinum, sum umfataði Danmark, Noreg, Svøríki, og skattlondini Grønland, Hetland, Føroyar, Orknoyggjar, Ísland og Finnland. Eitt ríki, sum fevndi um tríggjar milliónir ferkilometrar, og ríkið var tískil eitt av størstu ríkjunum í Evropa. Hetta ríkið varð úrslitið av eini sameining, sum alment fór fram í býnum Kalmar í Svøríki, og tí ofta nevnd Kalmaruniónin. Hon stóð við frá 1397 til 1523; í 126 ár. 

Tá uniónin stóð við so langa tíð, hevur man sæð ein fyrimun í at hava hendan norðurlendska ríkjafelagsskapin. Men har vóru eisini konfliktir, serliga millum Danmark, Noreg og Svøríki. Tá Kalmaruniónin varð sett á stovn, var ein høvuðsgrund, at Norðurlond høvdu nakrar avbjóðingar við týska forbundið av Hansastatum, sum yvirtók nógv av handlinum í Eystursjónum. Savningin var í  nokkso stóran mun fyri at hava eitt mótsvar til hetta forbundið.  

Hvussu gekk so? Kláraði Kalmarsamveldið seg upp ímóti Hansaforbundinum? 

"Ja, tað kláraði seg eina tíð, men konfliktirnar komu rættiliga skjótt. Serliga sviar vóru ónøgdir við, at teir skuldu gjalda skatt fyri at danir kundu fara hernaðarligar útferðir í Norðurtýsklandi," sigur Hans Andrias Sølvará. 

Kalmarsamveldið fekk ein syrgiligan enda við “blóðbaðnum í Stokkhólmi.” Nýkrýndi kongurin í Danmark og Noregi, Kristian annar, kom til Stokkhólm at verða krýndur til svenskan kong eisini, og í kjalarvørrinum av krúningini vórðu 82 óðalsfólk, biskupar og týðandi borgarar handtikin og avrættaði. Hetta var í 1520, og í 1523 valdi svenski Ríkisdagurin Gustav Vasa til svenskan kong og endaði sostatt samveldið við Danmark/Noreg. 

 

Skattlond blivu sjálvstøðug  

Noreg helt áfram at hoyra saman við Danmark, og tað gjørdu Føroyar, Ísland og Grønland eisini. Svøríki hevði Áland og Finnland sum skattlond fram til 1809, tá Russland leyp á, tók Finnland frá svium og gjørdi tað til eitt stórhertogadømi. 

"Finnar blivu ikki russar, men teir gjørdust helst meira sjálvstøðugir, enn teir høvdu verið undir Svøríki. Finnland var jú ein provins í Svøríki, men var nú eitt hertogadømi. Hetta vardi nú ikki so leingi; fram til 1917, tá Finnland bleiv sjálvstøðugt saman við Álandi," sigur Hans Andrias Sølvará. 

Men tá Svøríki hevði mist Finnland, vildi tað hava okkurt aftur fyri missin. Nevniliga Noreg. Møguleikin kom í seinasta parti av napoleonskríggjunum, tá Svøríki gjørdi avtalu við stórveldini, millum onnur Russland og Prussland, um at fáa Noreg í sín part aftur fyri krígsluttøkuna. Noreg var síðani undir svenskari krúnu til 1905.  

Noreg fekk jú eina rættiliga sjálvstøðuga støðu í svenska-norska samveldinum. Noreg fekk sína egnu grundlóg longu í 1814, og sítt egna politiska lív. So tjóðskaparrørslan mentist gjøgnum alt 1800-talið og endaði við sjálvræði í 1905. 

So tá vit tosa um norðurlendsk samstarv, so var tað kanska fyrr meir ein spurningur um at eiga hvønn annan enn um at seta seg við eitt borð at avtala spælireglur? 

"Ja. Tað var soleiðis, tingini hendu. Í 1800-talinum var ikki talan um demokrati, og at fólkini gjørdu hesi tingini av, men arvafylgjur, kongar og kríggj avgjørdu slíkt. Men 1800-talið er eisini eitt tíðarskeið, tá ríki samlaðust. Italia bleiv samlað í 1861, og Týskland í 1871. So tankar vóru eisini í Skandinavia um, at um skandinavar skuldu klára seg, so máttu teir samlast. Ella fóru teir ikki at yvirliva. "

Vóru ítøkiligar ætlanir um at gera eitt norðurlendskt ríki? 

"Man hevði ætlanir í øllum trimum londum, millum politikarar og mentanarpersónar, og man hugsaði um at byrja kríggj móti øðrum londum, til dømis. Tað var amboðið, man nýtti til at samla ríki – man fór í kríggj saman móti onkrum uttanfyri. Men tað bleiv so ongantíð til nakað", sigur Hans Andrias Sølvará. 

 

Hvør sína støðu til kríggj  

Í 20. øld høvdu Norðurlond ymsar kósir. Noreg, Danmark og Svøríki vildu øll fegin vera neutral, tá annar heimsbardagi brast á. Noreg og Danmark vórðu álopin av Nazi-Týsklandi, meðan tað eydnaðist Svøríki at halda seg uttanveltað. Og soleiðis helt Svøríki fram, eisini eftir kríggið, tá Noreg og Danmark fóru upp í NATO. Finnland helt, at tryggasta støðan hjá sær, sum hevur Russland til granna, var at halda seg uttanveltað eisini. Kortini funnu Norðurlond saman í samstarv um arbeiðsmarknað, mentan og heilsumál – og stovnaðu Norðurlandaráðið.  

Tættari – men hvussu tætt? Hvat er tað, sum drívur hetta, at Norðurlond viðhvørt rykkja tættari saman, viðhvørt dyrka meiri egin áhugamál? Eru tað londini rundanum, sum ávirka hetta mest? 

"Ja, nokkso nógv. Tað eru tey uttanum, sum tað handlar um. Vit sóu í 1300-talinum, at tá vóru tað Hansastatirnir, sum vóru hóttanin. Og fara vit fram til í dag, so er tað týðiligt, at hesir tankarnir eru her, tí at stórpolitiska støðan er, sum hon er."

Kundi tað komið hartil, at Kalmaruniónin kom afturíaftur, heldur tú? 

"Ja, tað er so spurningurin! Tað var jú hugsað sum eitt kongssamband, og tey bondini hava verið ímillum fleiri ymisk lond í Norðurlondum. Og vit hava jú eisini havt teir í Føroyum, har vit hava havt uppskot frammi um at varðveita eitt kongssamband við Danmark, eisini um vit gerast sjálvstøðugt land. Men eg haldi, at tað skulu øgiliga stórar hóttanir til, fyri at londini vilja avgeva sjálvræði uttanríkispolitiskt," staðfestir Hans Andrias Sølvará, søgufrøðigur. 

Nú, norðurlondini eru samlað í NATO, er ein spurningur, um tað ber til at vaksa um norðurlendska samstarvið á verjuøkinum. Vil NATO lata nøkur lond hava sínar egnu áskoðanir á hernaðarmál og verju? Pia Hansson, leiðari á deildini fyri altjóða viðurskifti á Háskóla Íslands, heldur, at tað neyvan fer at vera skoðað við mildum eygum, um Norðurlond bera seg at sum ein blokkur í NATO. Hetta bar hon fram undir norðurlandaráðsfundinum herfyri. 

"Eg fyristilli mær ikki, at tað verður væl sætt, nei," sigur Hans Andrias Sølvará. 

At Norðurlond broyta sína dagsskrá, og kanska førka seg tættari saman – er tað tá ein enn størri saknur hjá Føroyum at vit ikki sleppa uppí hendan felagsskapin? 

"Ja, um felagsskapurin verður størri og meira týðandi, so er tað nokk soleiðis, at týdningurin at verða við í tí klubbanum er størri. Men hann er fyri sjálvstøðug lond, og har eru vit jú ikki enn, í øllum førum," sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur.  

 

Keldur: 

stockholmskallan.stockholm.se 

norden.org 

natmus.dk 

danmarkshistorien.dk 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741