Alt skal til lands: Fígging má fylgja við

bannari
Alt skal til lands: Fígging má fylgja við
Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag útróðrarmanna, heldur, at ætlanin hjá landsstýrismanninum um, at alt av fiskinum skal førast til lands, hongur ikki saman í praksis
Fígging má fylgja við, um alt av fiskinum skal førast til lands, sigur formaðurin í Meginfelag útróðrarmanna
Mynd: Savnsmynd  
 
06.04.2024 - 12:56

"Hetta er øgiliga idealistiskt, men í praksis hongur tað ikki saman."

Tað sigur Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag útróðrarmanna, um ætlanina hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um, at alt av fiskinum skal førast til lands.

Finnbjørn Vang vísir á, at um prísurin ikki verður meira enn til dømis 1 krónu fyri kilo, so hongur tað ikki saman fíggjarliga, tí bara tað at landa kostar meir enn tað.

"Tað hevði verið nógv frægari fyri allar partar, um onkur fígging fylgdi við," sigur hann og nevnir, at tilfeingisgjaldið kundi verið brúkt til at fíggja nýggjar íløgur.

Hoyrið samrøðu við Finnbjørn Vang her:

 

Finnbjorn_Vang_klipt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066