Netanyahu viðgongur: Ísrael drap av misgávum tey sjey neyðhjálparfólkini

Netanyahu viðgongur: Ísrael drap av misgávum tey sjey neyðhjálparfólkini
"Hetta hendir í krígstíð, men vit kanna hendingina gjølla og gera alt fyri at tryggja okkum, at slíkt ikki hendir aftur," sigur Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharri
Benjamin Netanyahu
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.04.2024 - 15:03

Í gjár vóru sjey hjálparfólk hjá neyðhjálparfelagsskapinum, World Central Kitchen, av misgávum dripin í einum ísrelskum loftálopið í Gasageiranum.

Ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, viðgongur nú, at tað var Ísrael, ið stóð fyri atsóknini. 

Netanyahu harmast syrgiligu hendingina. 

 

"Hetta hendir í krígstíð. Vit kanna hendingina gjølla og gera alt fyri at tryggja okkum, at slíkt ikki hendir aftur," sigur Netanyahu í sjónbandaupptøku.

Tey sjey neyðhjálparfólkini, sum vóru dripin, tá ísrelska loftálopið rakti bilafylgi teirra, eru úr Avstralia, Póllandi, Bretlandi, eitt fólk hevur bæði amerikanskan og kanadiskan ríkisborgaraskapi, og so var ein palestini.

 

Neyðhjálparfelagsskapurin World Central Kitchen hevur fyribils steðgað øllum neyðhjálpararbeiðinum í Gasageiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325