Álop á iranska konsulatið í Sýria: Sjey fólk dripin

Álop á iranska konsulatið í Sýria: Sjey fólk dripin
Eitt loftálop rakti mánadagin ein bygning í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, har iranska konsulatið helt til. Bæði Sýria og Iran geva Ísrael skyldina fyri álopið.
Bygningurin, sum húsaði konsulátinum, lá við síðuna av iransku sendistovuni í Sýria.
Mynd: © Louai Beshara, Ritzau Scanpix  
 
02.04.2024 - 08:31

Sjey fólk eru deyð, eftir at iranska konsulátið í Damaskus í Sýria varð álopið í gjár. Tað skrivar danska kringvarpið. 

Sambært iransku garduni er ein av teimum dripnu Mohammed Reza Zahedi, sum er ein høgtstandandi offiserur í Quds, sum sprettir úr iransku garduni. 

Bæði Sýria og Iran geva Ísrael skyldina fyri álopið. 

- Ísraelska álopið á konsulatið vísir sonnu síðuna av Ísrael, sum ger ómenniskjaslig ting fyri at røkka sínum málum. Tað sigur Hossein Akbari, sum er iranskur sendiharri í Sýria, sambært AFP.

Anne Kirstine Rønn, post.doc á London School of Economiscs og serfrøðingur í Miðeystri, metir, at hetta helst er størsta provokatiónin frá ísraelskari síðu móti Iran, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391