Blinken aftur til Miðeysturs

Blinken aftur til Miðeysturs
Amerikanski uttanríkisráðharrin fer til Saudiarabia og Egyptalands
Antony Blinken, uttanríkisráðharri, hevur verið í Miðeystri fleiri ferðir, síðani Hamas leyp á Egyptaland 7. oktober í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.03.2024 - 08:30

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, fer í hesi vikuni til Saudiarabia og Egyptalands at tosa um vápnahvíld og neyðhjálp til Gasageiran.

Í morgin fer hann hitta leiðarar í Saudiarabia, og hósdagin fer hann til Kairo at tosa við egyptiskar myndugleikar.

Endamálið við ferðini til Miðeysturs er at kjakast um royndina at fáa í lag vápnahvíld fyri Gasageiran, og at fáa meira neyðhjálp inn í økið.

Tað segði talsfólkið hjá Blinken, Matthew Miller, í sambandi við vitjanina hjá Blinken í Filipsoyggjum í morgun okkara tíð.

Blinken hevur vitjað í Miðeystri fleiri ferðir eftir Hamas-álopið 7. oktober í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454