Fundur við Ferðslustýrið um lendingarloyvi hjá FarCargo

Fundur við Ferðslustýrið um lendingarloyvi hjá FarCargo
Ferðslustýrið hevur biðið stjóran í Vága floghavn um frágreiðing, tí veingjavíddin á flogfarinum hjá FarCargo er størri enn loyvt er í Vágum
Flogfarið hjá FarCargo kom fyrstu ferð í Vágar mánadagin. Ferðslustýrið hevur síðani víst á, at flogfarið er størri enn loyvt at seta seg á flogvøllinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2024 - 13:00

- Eg fari á fund við danska Ferðslustýrið um eina løtu, og ætli mær at hoyra, hvat tey hava at siga.

Tað sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága floghavn, nú skrivstovustjórin har, Henrik Ellerman, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at neyðug loyvi vóru ikki, tá flogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, mánadagin setti seg í Vágum fyrstu ferð.

Veingjavíddin á Eysturoy er 41 metrar, og flogfør, har veingjavíddin er meira enn 36 metrar, kunnu ikki seta seg á flogvøllinum sum er. 

 

Regin I. Jacobsen er stjóri í Vága floghavn. 

 

Biðið um frágreiðing

Henrik Ellermann segði, at Ferðslustýrið hevur biðið Vága floghavn um eina frágreiðing.

Regin I. Jacobsen segði við útvarpið undan fundinum við Ferðslustýrið, at  hansara fatan er avgjørt, at West Atlantic hevur fingið loyvi til, at júst hetta flogfarið kann seta seg í Vágum.

West Atlantic er svenska felagið, sum rekur flogfarið hjá FarCargo.

Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo sigur, at FarCargo er ikki partur í málinum, tá ið tað snýr seg um at fáa hesa góðkenningina, og tí hevur hann onga viðmerking.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574