Berghol til Tjørnuvíkar: Fegnast um at sleppa undan líðini

Berghol til Tjørnuvíkar: Fegnast um at sleppa undan líðini
Borgarafundur um tunnilinTjørnuvíkar er á skránni í bygdarhúsinum í Tjørnuvík í kvøld
Tjørnuvíkingar fegnast um, at tað slepst undan at koyra í líðini, tá bergholið er komið. (Mynd: Landsverk)
 
06.03.2024 - 13:03

Í kvøld verður skipað fyri kunnandi fundi um ætlanina at gera berghol til Tjørnuvíkar.

Jens Jensen býr í Tjørnuvík, og áðrenn tekningarnar frá Landsverki komu, var hann ivasamur um, at bergholið kemur út so innarlaga í víkini og líðini.

Hann helt, at vandi er fyri, at bergholið fer at gera stórt inntriv í tað lítla av bøi, sum er í bygdini, og at tað kemur ov nær víkingargravunum.

 

Jens Jensen.

 

Nú hann hevur sæð myndir, hvar ætlanin er at gera bergholið, heldur Jens Jensen, at tað sær ikki so ræðandi út.

Tjørnuvíkingar fegnast um at sleppa undan at koyra í líðini, tí hon kann hvørki bjóðast bygdarfólki ella avbygdafólki, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06032024_Jens_um_tjornuvikartunnil

 

Borgarafundurin verður í kvøld kl. 18:00 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

Umboð fyri Landsverk kunna um verkætlanina.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, vera eisini við á fundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574