Tunnilsfelagið væntar at fáa 10 milliónir í meirinntøku

Tunnilsfelagið væntar at fáa 10 milliónir í meirinntøku
Ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlum er so mikið stór, at landskassin sleppur undan ferðsluveðhaldinum um nøkur ár
783 akfør koyrdu í Sandoyartunlinum í miðal um samdøgrið í februar. (Savnsmynd)
 
05.03.2024 - 13:09

Ferðslan í Sandoyartunnilin er munandi størri enn tað, sum tunnilsfelagið frammanundan hevur mett, og tað hevur við sær, at felagið fær 10 milliónir krónur í meirinntøku.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar. 

 

Teitur Samuelsen er stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum. (Savnsmynd)

 

Ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlum er so mikið stór, at landskassin sleppur undan ferðsluveðhaldinum um nøkur ár.

Veðhaldið til Eystur- og Sandoyartunnilin er í ár 40 milliónir krónur, næsta ár er tað mett at vera 27 milliónir krónur og í 2026 18 milliónir krónur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05032056_Teitur_um_ferdslu

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386