Ísland tekur ímóti 72 fólkum úr Gasa

Ísland tekur ímóti 72 fólkum úr Gasa
Øll hava fingið uppihaldsloyvi í sambandi við ættsavning
Íslendska útlendingastovan hevur raðfest palestinska ættsavning ovast, eftir at kríggið í Gasa brast á. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
05.03.2024 - 10:38

72 fólk úr Gasa, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Íslandi, komu til Kairo seint í gjárkvøldið, og fara haðani til Íslands.

Tey hava øll fingið uppihaldsloyvi í sambandi við ættsavning.

Í síðstu viku hevði Bjarni Benediktsson, uttanríkisráðharri, fund við ísraelsa uttanríkisráðharran, Israel Katz, um familjusamanføringina.

Bjarni Benediktsson sigur, at málið lá í hondunum á ísraelsku stjórnini, og at íslendska sendinevndin bert kundi fylgja løgfrøðiligari diplomatiskari tilgongd, sum ísraelska og egyptiska stjórnin hava ásett fyri at avgreiða slík mál.

 

Bjarni Benediktsson, uttanríkisráðharri. (Mynd: Vísir)

 

Stórt trýst

Stórt trýst hevur verið seinastu vikurnar og mánaðirnar fyri at fáa fólkini til Íslands. 

Íslendska útlendingastovan hevur raðfest palestinska ættsavning ovast, eftir at kríggið í Gasa brast á. 

Ein bólkur í Egyptalandi hevur arbeitt við at fáa fólk um markið, og fleiri familjur eru komnar til Íslands á henda hátt.

Íslendska arbeiðsmálaráðið hevur fyrireikað móttøkuna í samráð við lokalar íslendskar myndugleikar, har familjan hjá tilflytarunum býr.

Íslendska arbeiðseftirlitið hevur heitt á Altjóða flóttafólkastovnin um at flyta fólkini til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552