Føroyar smurdu Luksemburg av

Føroyar smurdu Luksemburg av
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum rætt og slætt smurdi Luksemburg av og fekk síni fyrstu undankappingarstig yvirhøvur. Liðini hittast aftur á Hálsi sunnudagin
Føroysku hondbóltskvinnurnar fegnast um sín fyrsta undankappingarsigur
Mynd: HSF  
 
28.02.2024 - 19:23

Longu fyrstu minuttirnar var greitt, at Føroyar fóru at vinna EM-undankappingardystin á útivølli ímóti Luksemburg.

Gamaní var munurin á máltalvuni ikki so stórur beinanvegin, men á vøllinum sást týðiliga, at føroyingarnir vóru fleiri stig betri enn mótstøðukvinnurnar.

Kvika føroyska bakketan við Janu Mittún á odda hevði ongar trupulleikar við at spæla seg til málmøguleikar, meðan verjan so við og við fann stevi ímóti ráðaleysa heimaliðnum.

Tað einasta, sum longi hepnaðist hjá teimum reyðu vóru innspølini til strikurnar, Laura Willems og Sophie Elcheroth, sum onkursvegna fingu fatur á bóltunum ímillum Pernille Brandenborg og Brynju Symphor Høj. 

Annars var ikki nógv at seta fingurin á. Allir føroysku spælararnir fingu tíð á vøllinum, og fleiri av teimum nýggju fingu síni fyrstu mál í A-landsliðsblusuni. 

Persónligu avrikini vóru í stóran mun góð, munurin á máltalvuni vaks alsamt og føroysku kvinnurnar fingu sín fyrsta EM-undankappingarsigur yvirhøvur mestsum uttan at sveitta.

At ein sigur afturat kemur í høllin á Hálsi sunnudagin, munnu tey flestu vera samd um.


Centre sportif National d'COQUE (EM-undankapping)
Luksemburg - Føroyar, 16-32 (9-16)

Føroysku málskjúttarnir: Jana Mittún 8 (10), Pernille Brandenborg 7 (7), Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6 (7), Súna Krossteig Hansen 5 (8), Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (4), Maria Pálsdóttir Nólsoy 2 (3), Rannvá Olsen 1 (1), Bjørk Franksdóttir Joensen 1 (1)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819