Óli og teir truplan útidyst

Óli og teir truplan útidyst
Óli Mittún og IK Sävehof skulu spæla truplan útidyst ímóti Skjern í Evropa League í dag. Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen skulu eisini í dyst á útivølli
Óli Mittún, Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen spæla evropeiskt í dag
 
27.02.2024 - 16:31

Óli Mittún og IK Sävehof spæla í dag Evropa League-útidyst ímóti Skjern, sum er oddalið í bólkinum.

Sävehof liggur á triðja plássi við trimum stigum, sum gevur playoff-pláss, meðan Skjern hevur seks stig á fremsta plássi og hevur beinleiðis kós ímóti fjórðingsfinalunum.

Nexe er nummar tvey við fimm stigum, og Gorenje er aftast við tveimum stigum.

Óli Mittún hevur skotið næstflest Evropa League-mál fyri svenska felagið hetta kappingarárið. Higartil hevur føroyski bakspælarin skorað 38 ferðir.

 

Hákun og revarnir vilja hava uppreisn

Hákun West av Teigum hevur spælt nógv í Evropa League í ár, og mest sannlíkt verður hann á vøllinum í Lissabon, har Füchse Berlin leitar eftur uppreisn ímóti Sporting.

Portugisar vunnu við einum máli í Max-Schmeling-Halle í síðstu viku og løgdu seg undir liðina á føroyingafelagnum. Bæði liðini hava seks stig undan dystinum í kvøld og kappast um fremsta plássið.

Dinamo Bucuresti og CSM Constanta eru nummar trý og fýra við tveimum stigum í part.

 

Jóhan og Flensburg stórfavorittar

Triðji føroyingurin í Evropa League er Jóhan á Plógv Hansen í Flensburg. Týskararnir vitja Vojvodina og mugu metast sum stórfavorittur ímóti liðnum, sum teir vunnu á í síðsta umfari.

Gera teir tað, koma teir upp á átta stig. Bjerringbro-Silkeborg og Kadetten Schaffhausen, sum spæla ímóti hvørjum øðrum, hava fýra stig í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819