Kappast um HM í inniróðri

Kappast um HM í inniróðri
Fimm kvinnur eru á føroyska landsliðnum í innróðri, sum skal rógva um HM í Prag fríggjadagin og leygardagin
 
23.02.2024 - 11:03

Fimm føroyskar kvinnur skulu rógva um HM í innróðri fríggjadagin og leygardagin.

Sarita Kristina Hansen, Kristina Roest, Sára Maria Johansen, Vár Guriardóttir Hansen og Zoe E. Dickson er farnar til Prag, har kappingarnar byrja fríggjadag seinnapart.

Tær skulu kappast í U23 og í opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blandað lið, skrivar rsf.fo.

Fleirfaldi evropa- og heimsmeistarin Sarita Kristina Hansen kappast í LW23-39 flokkinum. Afturat hesum er hon landsliðsvenjari hjá Føroyum. Kristina Roest umboðar landsliðið fyri fyrstu ferð, og rør í W23-39.

Sára Maria Johansen er eisini við í W23-39. Hon býr í Danmark, har hon er knýtt at róðrarfelagnum, KVIK, og er í løtuni partur av einum bruttohópi til eina átta ára verkætlan hjá danska landsliðnum. Heimasíðan, worldrowing.com, nevnir Sáru Mariu Johansen, sunm eina, sum er verd at halda eyga við í kappingini.  

Vár Guriardóttir Hansen kappast í W21-22. Hon hevur verið við í altjóða kappingum í fleiri ár, og í fjør var hon á danska skullaralandsliðnum.

Zoe E. Dickson kappast í LW21-22. Hon er knýtt at danska felagnum DSR og var í danska ungdómsdupultskullaranum í fjør. Í løtui er hon knýtt at eini OL-verkætlan í dupultskullara.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819