Seks pláss aftrat á Herberginum

28.09.2023 - 12:53
AktueltPolitikkur
Seks pláss aftrat á Herberginum
Landsstýriskvinnan í almannamálum væntar, at hetta verður ein varandi loysn hjá teimum heimleysu í Havn
Herbergið í Havn fær nú seks herbergspláss aftrat.
 

Heimleys, sum ongastaðni hava at vera um náttina, fáa nú eina hjálpandi hond.

Seks pláss koma aftrat á Herberginum í Havn, og tey verða tøk 1. oktober.

Hetta eigur at vera nóg mikið at loysa trupulleikan, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum. 

 

28092023_Sirid_1

 

Talan er um eina "her-og-nú loysn," sum landsstýriskvinnan málber seg.

Loysnin fer at kosta okkurt um 300.000 kr., tað sum eftir er av árinum, og peningurin er tøkur, sigur Sirið Stenberg.

Hon væntar, at hetta verður ein varandi loysn:

 

28092023_Sirid_2

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, saman við umboðum fyri Almannaverkið og Herbergið.

 

Tríggir sjálvbodnir felagsskapir fáa stuðul til at veita serlig bútilboð til heimleys.

Blái Krossur í Havn hevur sjey pláss, Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík hevur átta pláss, og Frelsunarherurin hevur 20 pláss á Herberginum í Havn.

Av teimum í alt 35 plássunum eru í dag bert tvey herbergspláss, og tey eru á Herberginum í Havn.

Nú koma seks herbergspláss aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Leygardag 2. desember
TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999
166816
Leygardag 2. desember
Plátupanelið #013 (2013)
166831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740