- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin í Grønlandi mælir fólki til at koppseta seg
21.09.2023 - 08:24
Aktuelt›Heilsa
Landslæknin í Grønlandi mælir fólki til at koppseta seg
Í ringasta føri kunnu korona og beinkrím vera lívshættislig, sigur landslæknin

Landslæknaembætið í Grønlandi mælir nú fólki til at koppseta seg fyri koronu og influensu. (Mynd: KNR)
Landslæknin í Grønlandi mælir fólki, sum eru 65 ár ella eldri, og fólki, sum eru í vanda fyri at gerast illa sjúk, til at verða koppsett fyri koronu og influensu.
Hesar sjúkur kunnu gerast so ringar, at sjúklingar skulu á sjúkrahús.
Í ringasta føri kunnu korona og beinkrím vera lívshættislig, sigur landslæknin í Grønlandi.
Tíðindaskriv við slíkum tilmæli er ikki komið frá landslæknanum í Føroyum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV