Snarhús meira enn tríggjar milliónir í halli í fjør

20.09.2023 - 13:11
AktueltSamfelag
Snarhús meira enn tríggjar milliónir í halli í fjør
Leiðslan arbeiðir við at betra raksturin og væntar, at raksturin fer at hildnast betur í 2023
Lýsing á Facebook frá Snarhúsum. Grannskoðanin sigur, at hon hevur ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina.
 

Snarhús hevði góðar 3,3 mió. kr. í halli í fjør.

Vinningsbýtið, sum var 858 túsund 340 kr. í 2021, verður ikki goldið kortini, men flutt felagnum aftur.

Tað stendur í roknskapinum hjá smápartafelagnum Snarhús fyri 2022.

Felagið hevur negativa eginogn og avmarkaðan tøkan pening. 

Leiðslan arbeiðir við at betra raksturin og metir, at raksturin fer at hildnast betur í 2023. 

Grundað á hetta, hevur leiðslan avgjørt at seta roknskapin upp við framhaldandi rakstri fyri eyga. 

Eginognin var minus 2,1 millión krónur 31.desember 2022.

 

Grannskoðanin: Nýggj fígging ikki sannlík

Tað er Januar sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Snarhús. Og teirra niðurstøða er greið: 

Smápartafelagið Snarhús hevur ikki prógvað, at tað fær fígging til at halda fram.

Ein treyt fyri framhaldandi rakstri er, at felagið fær útvegað nøktandi fígging. 

Vit hava ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina,  

Tí er tað okkara áskoðan, at nýggj fígging ikki er sannlík, sigur Januar. 

Januar sigur eisini, at ársroknskapurin gevur ikki gevur rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðu 31. desember 2022, og av virksemi felagsins fyri roknskaparárið 2022 sambært ársroknskaparlógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. desember
Bolero - 10. desember 2023
167205
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167195
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167193
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093