Endurgjaldskrøv fyri 100 milliónir framvegis ikki avgreidd

15.09.2023 - 12:20
AktueltPolitikkur
Endurgjaldskrøv fyri 100 milliónir framvegis ikki avgreidd
Reiðarafelagið hevur biðið um at sleppa í Hægstarætt í einum máli um veiðirættindi, sum skuldu seljast á uppboði í 2016
Í ringasta føri kann Fiskimálaráðið noyðast at gjalda yvir 100 milliónir krónur umframt rentur í endurgjaldi. (Savnsmynd)
 

Í ringasta føri kann Fiskimálaráðið noyðast at gjalda yvir 100 milliónir krónur umframt rentur í endurgjaldi.

Tað veldst um endaligu avgerðina í tveimum málum, sum ikki eru avgreidd enn, hóast tey eru farin at eldast.

Í øðrum málinum stevndi Reiðarafelagið landsstýrinum í sambandi við lógaráseting um, hvussu veiðirættindi skuldu seljast á uppboði í 2016. 

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men Landsrætturin frídømdi landsstýrið.

 

 

Vilja sleppa í Hægstarætt

Reiðarafelagið søkti um loyvi at leggja málið fyri Hægstarætt. 

Landsstýrið hevur ikki fingið at vita, um tann umsóknin er játtað.

Verður endin tann, at landsstýrið hevur endurgjaldsábyrgd, er endurgjaldið slakar 18 mió.kr. Men tað er bara fyri 2016. 

Kravið fyri 2017 er ikki gjørt upp enn, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2022 hjá Landsgrannskoðanini.

 

81 milliónir

Og partafelagið Northwest Pelagic sendi í januar 2021 Fiskimálaráðnum eitt endurgjaldskrav, sum er 81 mió.kr., eftir at felagið fekk viðhald í Føroya rætti um afturtøku av veiðiloyvi í 2016.

Felagið fekk veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Hetta málið um endugjald er ikki liðugt viðgjørt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. desember
Bolero - 10. desember 2023
167205
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167195
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167193
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093