Eitt prosent av rakstrinum skal brúkast til heilsugransking

14.09.2023 - 08:14
AktueltHeilsa
Eitt prosent av rakstrinum skal brúkast til heilsugransking
Ein partur av rakstrinum skal eisini brúkast til undirvísing og útbúgving
20 tilmæli er um, hvussu Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.
 

Miðast skal ímóti, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta eitt prosent av øllum rakstrinum til heilsugransking.

Fyrstu trý árini verða settar 1,8 milliónir krónur av til heilsugransking árliga, og næstu fýra árini ein millión krónur um árið.

Hetta eru millum tilmælini hjá arbeiðsbólkinum, sum í gjár handaði landsstýriskvinnuni í heilsumálum álit um universitetssjúkrahús í Føroyum.

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmælini um universitetssjúkrahús í Føroyum. 

 

Mælt verður samstundis til, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta eitt prosent av samlaða rakstrinum í Sjúkrahúsverkinum til undirvísing og útbúgving.

Tey 20 tilmælini, sum arbeiðsbólkurin er komin til, eru bólkað í tilmæli um løgfrøðiligar avbjóðingar, hvussu Sjúkrahúsverkið kann fyrireikast til universitetssjúkrahús, um avtalu millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið, og um fíggjarligar metingar.

Í arbeiðsbólkinum hava verið Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørg Guttesen fyri Sjúkrahúsverkið, Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri Fróðskaparsetrið og Birita Ludvíksdóttir, sum umboðaði Heilsumálaráðið.

Les álitið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000