Størsta føroyska talvstjørnan givin á talvlandsliðnum

13.09.2023 - 23:00
Ítróttur
Størsta føroyska talvstjørnan givin á talvlandsliðnum
Ein ósemja millum Helga Dam Ziska og Talvsamband Føroya ber í sær, at føroyski stórmeistarin nú gevst á føroyska talvlandsliðnum
Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, er givin á talvlandsliðnum
Mynd: Savnsmynd  
 

Helgi Dam Ziska verður tí ikki við, tá Føroyar í heyst skulu kappast í stóru EM-stevnuni fyri landslið.

Síðani Føroyar fingu sín fyrsta stórmeistara í 2016, hevur Helgi Dam Ziska havt sáttmála við Talvsamband Føroya um samsýning fyri at telva á landsliðnum.

Hesin sáttmáli gekk út á nýggjárinum, og Talvsambandið er ikki sinnað at leingja sáttmálan.

 

Dagpengar

Í staðin hevur starvsnevndin í Talvsambandinum gjørt nýggjan leist um dagpengar fyri teir, sum telva á landsliðnum.

Nýggi sáttmálin ber í sær eina útjavningarskipan.

Fyri hinar á landsliðnum er nýggja avtalan ein týðandi bati. Men hjá stórmeistaranum er hon eitt afturstig. 

 

Talvsambandið onga viðmerking

Helgi Dam Ziska hevur í staðin talað fyri einari avtalu, sum er at kalla meinlík henni, ið hann hevur við Havnar Telvingarfelag fyri dystir í landskappingini, men Talvsambandið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.  

Tað hevur fingið Helga Dam Ziska at taka seg av landsliðnum. 

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska.


Helgi Dam Ziska saman við Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft og John Rødgaard í dysti fyri Føroyar á talvolympiaduni í India í fjør summar. Tað kemur ógvuliga dátt við hjá føroyska talvlandsliðnum at missa stórmeistaran á 1. borði

 

Dyggur smeitur

At Helgi Dam Ziska ikki fer at umboða Føroyar í altjóða telving er ein ólukkulig støða.

Ítróttarliga er tað stórt afturstig.

Við Helga á 1. borði høvdu Føroyar verið favorittar at endurvunnið smálandakappingina, sum eisini verður í heyst. Uttan hann verður uppgávan møtimikil. 

 

Helgi harmast støðuna

Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin.

Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani hann sum 16 ára gamal var á talvolympiadu á fyrsta sinni.

Síðani 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015.

 

EM-stevna í november

Talvsambandið hevur gjørt av at senda landsliðið við í stóru EM-stevnuna í Montenegro í november. Tá er mótstøðan øgilig.

Einki av hinum liðunum í smálandakappingini er við í EM.

Føroyar hava tvær ferðir verið við í EM. Báðar ferðir hevur gingist væl. Men Helgi hevur tá verið heilt avgerandi sum bulvirki á 1. borði. 

 

Stórar ætlanir

Talvsambandið hevði annars stórar ætlanir við landsliðnum.

Í fjør heyst var avtala gjørd við Ivan Sokolov, sum leiddi Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India í fjør, um at fara undir skipaðar venjingar við telvarunum á føroyska landsliðnum.

Men longu í summar boðaði Sokolov Talvsambandinum frá, at hann var ikki sinnaður at halda fram við hesum samstarvi. 

 

EM-liðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt liðið til EM-stevnuna í Montenegro í november. Manningin er henda:

1. Høgni Egilstoft Nielsen
2. Martin Poulsen
3. Rógvi Egilstoft
4. John Rødgaard

Eingin eykamaður er. 

Frammanundan skulu Føroyar telva smálandakapping á Guernsey. Tann kappingin verður um mánaðarskiftið oktober/november, men enn er ikki heilt greitt, hvørjir fara at manna føroyska liðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. november
Góðan morgun Føroyar 28.11.2023
166383
Týsdag 28. november
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
166382
Týsdag 28. november
Morgunlestur týsdagur 28. november 2023
166213
Mánadag 27. november
Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík
166346
Mánadag 27. november
Norðurljóð 27.november 2023
166319
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089