KVF skal hava nýggjan tíðindaleiðara

Um KVFTíðindi
KVF skal hava nýggjan tíðindaleiðara
Georg L. Petersen hevur sagt seg úr starvi, og tí verður lýst eftir nýggjum tíðindaleiðara at byrja sum skjótast
Georg L. Petersen bleiv settur sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum í 2019.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08/28/2023 - 15:02

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum seinastu árini hevur sagt seg úr starvi. “Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi. Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi”, sigur Georg L. Petersen. “Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat”, sigur hann.

Nýggjar avbjóðingar fyri framman

Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. “Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk. Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin”, sigur hann.

Tíðindadeildin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í Føroyum. Har starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.

Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. desember
Bolero - 10. desember 2023
167205
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167195
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. desember
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
167193
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093

Um kvf css