Føroya Tele skiftir nú frá Huawei til Ericsson

18.08.2023 - 14:45
AktueltTøkni
Føroya Tele skiftir nú frá Huawei til Ericsson
 Skiftið fer fram í stigum, og roynt verður at skipa so fyri, at kundarnir verða ávirkaðir minst møguligt
Mynd: Savnsmynd  
 

Nú skiftir Føroya Tele frá Huawei til Ericsson.

Tað verður sunnudagin 20. august.  

Skiftið fer fram í stigum, og roynt verður at skipa so fyri, at kundarnir verða ávirkaðir minst møguligt. Landið verður býtt í økir, sum eitt í senn skifta frá gomlu tøknini til nýggju tøknina.

5G er næsta stigið. Í fyrstu atløgu er bara talan um eitt tøkniligt skifti, men um miðjan oktober verða 5G og aðrir nýggir hentleikar ætlandi at finna á nýggja farnetinum, sigur Føroya Tele. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. november
Góðan morgun Føroyar 28.11.2023
166383
Týsdag 28. november
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
166382
Týsdag 28. november
Morgunlestur týsdagur 28. november 2023
166213
Mánadag 27. november
Við Tórði á túri Millum Gilja í Hoyvík
166346
Mánadag 27. november
Norðurljóð 27.november 2023
166319
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248
Hósdag 23. november
Sært tú meg? (2:4)
166190
Mikudag 22. november
Úr savninum: Robert - konsert
166089