- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langhylurin verður 22,5 milliónir dýrari enn ætlað

Langhylurin í Havn verður 22,5 milliónir dýrari enn ætlað.
Tórshavnar býráð samtykti í gjár at játta hesa upphæddina aftrat til verkætlanina.
Í sambandi við fundarinnkallingina til býráðsfundin, stendur, at "í framskrivingum av útreiðslum, væntaðum og óvæntaðum, sansar nú at. Hóast tað eru settir pengar av út yvir sjálvan arbeiðstøkusáttmálan til aðrar útreiðslur í samlaðu kostnaðarmetingini, fer hetta í summum førum at verða ov lítið."
Í framskrivingum verður mett, at príshækkingar gera, at hylurin verður 23 milliónir krónur dýrari, enn roknað var við. Bara sjey milliónir krónur vóru settar av til príshækkingar, og tí mugu 16 milliónir krónur játtast aftrat.
42 parkeringspláss
Eisini verður býráðið biðið um at játta 6,5 milliónir krónur at gera 42 parkeringspláss aftrat í Gundadali og samsýning fyri arbeiðssteðg v.m. Parkeringsplássini vóru upprunaliga ikki við í verkætlanini
Tilsmans máttu tí játtast 22,5 milliónir krónur aftrat.
12 av teimum 13 býráðslimunum atkvøddu fyri at játta peningin, og ein atkvøða var blonk.
Verkætlanin um langhyl í Havn skuldi eftir ætlan verða liðug við ársenda í 2023. Nú verður roknað við, at langhylurin kann takast í nýtslu á vári í 2024.
Byggifelagið J&K Petersen fekk arbeiðið. Høvuðsarbeiðstøkusáttmálin ljóðaði tá upp á 147,5 milliónir krónur.
Sí eisini