Boris Johnson gevst i parlamentinum frá degi til dags

10.06.2023 - 10:23
AktueltÚtheimurin
Boris Johnson gevst i parlamentinum frá degi til dags
BBC og Reuters skriva, at avgerðin varð tikin eftir at Johnson fekk 'partygate'-frágreiðingina
Hann var eina ferð forsætismálaráðharri. Nú er hann heldur ikki tingmaður longur.
 

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer úr bretska parlamentinum alt fyri eitt.

Tað skrivaðu fleiri miðlar í gjárkvøldið.

BBC og Reuters skriva, at avgerðin varð tikin eftir at Johnson fekk 'partygate'-frágreiðingina.

- Nøkur fá fólk tvinga meg út uttan at hava prógv, sum stuðla sínum páhaldi, og enntá uttan góðkenning frá konservativu parlamentslimum, - og heldur ikki frá breiða veljaraskaranum, sigur Boris Johonson.

Orsøkin til, at Johnson fer frá skal vera gølan undir koronufarsóttini, tá ið hann m.a. varð skuldsettur fyri at hava brotið reglurnar og avmarkingarnar í sambandi við koronu, sum stjórnin sjálv hevði sett í gildi, og sum løgdu alt samfelagið lamið.

Skuldsettur fyri lygn

Johnson er eisini skuldsettur fyri at hava logið í undirhúsinum um hesi somu brot.

Atfinningarnar í sambandi við nógvu veitslurnar á forsætisráðharraskrivstovuni í Downing Street undir farsóttini, - ofta umrødd sum 'partygate', fingu nógvar politikarar at fara úr parlamentinum og øðrum størvum, tí teir høvdu vantandi álit á Johnson, sum tá var forsætisráðharri.

- Hetta er tað reina fjas frá byrjan til enda, segði Johnson í viðmerking til Sky News seint í mai-mánaði.

Johnson legði frá sær sum forsætisráðharri 7.juli í fjør, eftir at hava sitið í sessinum í nærum trý ár, men gjørdi greitt, at tað var ikki hann, sum vildi tað.

Kanningarnevndin í parlamentinum sigur, at hon fer at leggja fram frágreiðingina sum skjótst.

Boris Johson sigur, at nevndin hevur sæð burtur frá sannleikanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Morgunlestur mánadagur 2. oktober 2023
163327
Sunnudag 1. oktober
Bolero - 1. oktober 2023
163605
Sunnudag 1. oktober
Meg minnist - Petur Simonsen (3:5)
162938
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163586
Sunnudag 1. oktober
Credo: Guð hevur altíð verið trúfastur
163546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262