- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 grundstykki fyri fýra milliónir
10.06.2023 - 10:13
Aktuelt›Samfelag
13 grundstykki fyri fýra milliónir
Klaksvíkar kommuna selur lendi til 13 randarhús á Fossum fyri 3,9 mió. kr.

Fyrsta byggistig á Fossum.
Mynd: Klaksvíkar kommuna.
Klaksvíkar kommuna selur lendi til 13 randarhús á Fossum fyri 3,9 mió. kr.
Tey, sum ætla at keypa, skulu koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað.
Men kravið er, at búeindirnar skulu gerast sum 13 randarhús, leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir.
Grundstykkini eru 200 fermetrar.
Lendið verður selt fyri 1.500 krónur fermeturin.
Tey, sum ætla at bjóða, hava alt summarið, tí freistin er til 7.august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV