Málið um kirkjuna verður ikki tikið uppaftur

08.06.2023 - 08:31
AktueltSamfelag
Málið um kirkjuna verður ikki tikið uppaftur
Yvirfriðingarnevndin heldur fast við avgerðina um ikki at friða økið við Sandá
Yvirfriðingarnevndin heldur framvegis, at byggingin og parkeringsplássið fara ikki at skemma landslagið og ávirka plantuvøkstur og djóralív við Sandá. (Savnsmynd: Koma.fo)
 

Yvirfriðingarnevndin tekur ikki málið um kirkjubyggingina á Argjum uppaftur.

Avgerðin hjá nevndini tann 26.oktober 2021 verður tí standandi.

Avgerðin er ikki at friða økið við Sandá.

Yvirfriðingarnevndin heldur framvegis, at byggingin og parkeringsplássið fara ikki at skemma landslagið og ávirka plantuvøkstur og djóralív við Sandá.

 

Nýggj viðgerð broytir ikki niðurstøðuna

Yvirfriðingarnevndin heldur tí, at ikki er sannlíkt, at nýggj viðgerð fer at broyta niðurstøðuna hjá nevndini í 2021.

Nevndin sigur, at sambært lógini um náttúrufriðing tala heilt serligar umstøður ikki fyri, at viðgera málið av nýggjum. 

Áhugabólkurin 'Varðveitið fríøkið við Sandá' bað 4.apríl í fjør Yvirfriðingarnevndina um at taka upp aftur avgerðina frá oktober 2021, tí eingin árinskanning er gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262