Mál um neyðtøku í rættinum

08.06.2023 - 14:31
AktueltSamfelag
Mál um neyðtøku í rættinum
Ein 27 ára gamal maður er ákærdur fyri at neyðtaka eina 22 ára gamla kvinnu millum jól og nýggjár í fjør
(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Føroya rættur viðger í dag eitt mál um neyðtøku.

Ein 27 ára gamal maður er ákærdur fyri at neyðtaka eina 22 ára gamla kvinnu millum jól og nýggjár í fjør.

Hetta skal, sambært ákæruritinum, vera hent í Suðuroynni eftir eina veitslu.

Maðurin noktar seg sekan.

Hetta er annað málið um neyðtøku, síðani orðingin um samtykki kom í revsilógina.

Í fyrsta málinum var tann ákærdi frídømdur.

Ákæruvaldið fer at krevja í minsta lagi hálvt árs treytaleysa fongsulsrevsing.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262