Landsstýrið lænir pengar at rinda lán og til gjaldføri

08.06.2023 - 11:10
AktueltSamfelag
Landsstýrið lænir pengar at rinda lán og til gjaldføri
Av teimum 900 milliónum krónum fara 350 milliónir at styrkja gjaldførið
Tað stóð ikki á at selja lánsbrøvini, og eftirspurningurin var størri enn tær 900 milliónirnar, sum tørvur var á, sigur Landsbankin.
 

Landsstýrið hevur tikið 900 milliónir krónur í láni. 

550 milliónir skulu brúkast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 27. juni. 

Hinar 350 milliónir fara til at styrkja gjaldførið hjá landskassanum. Hetta verður gjørt í sambandi við minsta gjaldførið, sum landskassin skal hava. 

Tað er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkni, og var góðar tríggjar milliardir krónur í fjør, men vaks 350 milliónir í ár.

Hóast bruttoskuldin við hesum veksur, so er nettoskuldin hjá landinum framvegis tann sama, tí gjaldførið veksur samstundis, skrivar Landsbankin í tíðindaskrivi.

 

Skal rindast aftur um trý ár

Lánið var tikið við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt trý ára standandi lán, sum skal rindast aftur 19. juni 2026. 

Rentan er 3,625 prosent, kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði leggur upp fyri  rentuni og kursi, er tí 3,651 prosent, skrivar Landsbankin.

Rentan er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini, at landskassin skal rinda meira fyri síni lán.

Landsbankin Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. 

Sølan av lánsbrøvunum gekk skjótt.

Eftirspurningurin eftir lánsbrøvunum hjá landskassanum var munandi størri, enn tær 900 mió.kr., ið tørvur var á, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262