Stór vatnflóð í Kherson-landspartinum

07.06.2023 - 15:10
AktueltÚtheimurin
Stór vatnflóð í Kherson-landspartinum
ST væntar, at vatnflóðin í Nova Kakhovska fer at raka 42.000 fólk
Nógv hús standa undir í vatni í Nova Kakhovska.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Í minsta lagi sjey fólk eru ikki komin afturíaftur eftir vatnflóðina í kjalarvørrinum á spreingingini av stóru byrgingini við Nova Kakhovska í Kherson-landspartinum í Ukraina.

Nógv fólk eru rakt av stóru vatnflóðini, og mett verður, at fólk í túsundatali eru rýmd úr økinum.

Leiðarin fyri neyðhjálp hjá ST metir, at vatnflóðin fer at raka 42.000 fólk.

Tað fjarar í økinum nærindis byrgingini, men tað fløðir aðrastaðni, og væntandi fer at fløða mest í dag.

 

Nógv fólk eru flutt burtur undan vatnflóðini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Einki reint vatn

Sambært Volodymyr Zelenskyj forseta, hava fólk í hundraðtúsundatali einki reint vatn. Men danska kringvarpið, sum hevur tíðindafólk í Kherson-landspartinum í Ukraina, fær hvørki váttað ella avsannað hesi tølini.

Vandi er fyri, at oyðileggingin av byrgingini við Nova Kahkovska kann fáa stórar avleiðingar fyri landbúnaðin í sunnara parti av Ukraina.

Ukraina leggur Russland undir at hava sprongt vatnbyrgingina, men Russland sigur, at Ukraina skipaði fyri spreingingini. 

 

Tað fjarar í økinum nærindis byrgingini, men tað fløðir aðrastaðni, og væntandi fer at fløða mest í dag. (Mynd: Ritzau Scanpix)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. september
Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
162935
Sunnudag 24. september
Bolero 24 sep 2023
163241
Sunnudag 24. september
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
163239
Sunnudag 24. september
Credo: Vitlíki
163211
Leygardag 23. september
Jambalaja 230923
163225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894