- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur: Loysnin stendur ikki mát við trupulleikan
07.06.2023 - 17:00
Aktuelt›Samfelag
Foreldur: Loysnin stendur ikki mát við trupulleikan
82 fólk hava skrivað undir mótmæli ímóti ætlanini at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum í Vága kommunu

Ansingarstovnurin Miðgarður í Miðvági. Av tí at starvsfólkatrot er á stovninum í Sandavági, er ætlanin at flyta vøggustovubørnini í Sandavági til Miðvágs.
- Starvsfólkatrotið er ein veruligur trupulleiki, og tað viðurkenna vit. Men loysnin stendur ikki í mát við trupulleikan.
Tað sigur Holgar Johannesen, ið er ein av stigtakarunum til mótmælisskrivið, sum varð handað borgarstjóranum í Vága kommunu í gjár.
82 fólk skrivaðu undir.
Mótmælt verður, tí ætlan er at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum í Vága kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07072023_Soljugardur_og_Midgardur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV