- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentuútreiðslurnar hækkaðu 34 milliónir í fjør
02.06.2023 - 14:30
Aktuelt›Pengar
Rentuútreiðslurnar hækkaðu 34 milliónir í fjør
Verður rentustuðulin drigin frá, er talan um 22 milliónir

Rentuútreiðslurnar fyri sethúslán vuksu 12 prosent í fjør. (Savnsmynd)
Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 mllióninir kr. í 2022 samanborið við 2021.
Tað staðfestir landsbankin.
Verður rentustuðulin drigin frá, er talan um 22 milliónir kr.
Vøksturin er 12 prosent samanborið við tað, sum var goldið í rentu fyri bústaðarlán í 2021.
Sostatt er livikostnaðurin hjá føroyingum ikki bert hækkaður av inflatión hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum, skrivar Landsbankin.
Renturnar hækkaðu støðugt í 2022.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV