Mike Pence ætlar at stilla upp til forsetavalið

01.06.2023 - 08:52
AktueltÚtheimurin
Mike Pence ætlar at stilla upp til forsetavalið
Pence var varaforseti hjá Donald Trump, forseta, men Pence aktaði ikki Trump, sum ikki vil góðkenna, at Joe Biden hevði vunnið forsetavalið
Mike Pence fer væntandi 7. juni at boða frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið.
 

Fyrrverandi varaforsetin í USA, Mike Pence, ætlar at stillar upp til forsetavalið. 

Tað siga keldur, sambært sjónvarpsrásini NBC.

Eisini tíðindastovan Reuters sigur tað sama frá keldum.

Mike Pence, sum í fýra ár var varaforseti hjá Donald Trump, fer nú upp í stríðið at gerast forsetavalevni fyri Repulikanska flokkin.

Hetta verður væntandi kunngjørt 7. juni.

Pence er konservativur kristin. Trump valdi hann til varaforseta, tá ið hann var guvernørur í statinum Indiana í 2016. 

Hann hevur, sambært NBC, leingi verið ein av ídnastu leiðarunum fyri at fremja konservativan politikk, eitt nú strong tiltøk í sambandi við rættin hjá kvinnum at fáa fosturtøku og fyri at avmarka rættindi hjá samkyndum.

 

Trump á odda

Í løtuni er Trump á odda í meiningakanningum - framman fyri guvernørin í Florida, Ron DeSantis.

Móti endanum av tíðini hjá Trump og Pence í Hvítu húsunum, eftir at teir høvdu tapt valið fyri Joe Biden, sýtti Trump fyri at góðkenna valúrslitið.

Tað endaði við, at viðhaldsfólk hansara 6.januar 2021 lupu á amerikanska kongressbygningin. Fleiri róptu rakstrarróp, eitt nú 'Heingið Mike Pence', tá ið tey ólógliga tóku seg inn í bygningin í Washington.

Mike Pence sat í Senatinum inni í kongressbygninginum henda dagin, har hann skuldi standa á odda fyri at telja upp valmansatkvøðurnar.

 

Álopið á amerikansku kongressina kravdi sjey mannalív. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Skúgva grundlógina til viks

Undan álopinum á Kongressina, hevði Trump lagt trýst á Pence fyri at fáa hann at skúgva til viks grundlógina, vraka sigurin hjá Biden og senda atkvøðurnar aftur til statirnar. 

Men Mike Pence gjørdi ikki, sum Trump segði.

Stutt fyri álopið, skrivaði Pence m.a. í einum boðum á Twitter, at hann fór ikki at forða fyri, at Biden formliga skuldi góðkennast.

Pence hevur sagt, at Trump hevur ábyrgd av sínum leikluti í álopinum á Kongressina.

Í minsta lagi sjey fólk lótu lív í sambandi við álopið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. september
Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
162935
Sunnudag 24. september
Bolero 24 sep 2023
163241
Sunnudag 24. september
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
163239
Sunnudag 24. september
Credo: Vitlíki
163211
Leygardag 23. september
Jambalaja 230923
163225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894