Eindarlistin: Kvinnur í Føroyum skulu lættari fáa fosturtøku í Danmark

29.05.2023 - 15:29
AktueltPolitikkur
Eindarlistin: Kvinnur í Føroyum skulu lættari fáa fosturtøku í Danmark
Rosa Lund ætlar at føroyskar kvinnur, sum búgva í Føroyum skulu hava rætt til ókeypis fosturtøku í Danmark
Mynd: Martin Sylvest/Scanpix  
 

Føroyskar kvinnur, sum búgva í Føroyum skulu hava rætt til eina ókeypis fosturtøku í Danmark. Tað sigur Rosa Lund, sum er framsøgufólk í javnstøðumálum hjá danska eindarlistanum. 

Tað skrivar DR í dag. 

- Tær eru ein partur av ríkisfelagsskapinum og búgva í Føroyum, sum hava eina av strangastu fosturtøkulógunum í Evropa, sigur hon. 

- Eg haldi, at vit skylda føroysku kvinnunum í Føroyum at siga teimum, at tær kunnu koma til Føroyar og fáa eina fosturtøku til fosturtøkulógin verður dagførd í Føroyum, leggur Rosa Lund afturat. 

Uppskotið hjá Eindarlistanum kemur eftir at Frítt Val hevur skotið upp at taka burtur kravið um danskt p-tal og danskan bústað hjá føroyingum, sum fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. 

Tað er einans sjálva fosturtøkuna Eindarlistin ætlar skal vera ókeypis fyri føroysku kvinnurnar í Føroyum. Ferðing og gisting mugu tær sjálva gjalda fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262