Báðar størstu kommunurnar høvdu hall í fjør

26.05.2023 - 08:26
AktueltPolitikkur
Báðar størstu kommunurnar høvdu hall í fjør
Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava kunngjørt roknskapin fyri 2022
Tórshavnar kommuna gjørdi íløgur fyri 275 mió. kr. í fjør. Góðar 32 milliónir eigur Tórshavnar havn.
 

Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu vóru ein milliard og 239 milliónir krónur í fjør.

Hetta eru góð seks prosent, 71 milliónir, meira enn í 2021.

Kommunan kostaði 933 mió. kr. at reka. Hetta eru 4,2 prosent, 38 mió. kr., meira enn í 2021.

Í fjør gjørdi Tórshavnar kommuna íløgur fyri 275 mió. kr. Tórshavnar havn eigur 32,1 míó. kr. av teimum.

Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið var hálvonnur millión í halli. Í 2021 var avlop, 60 mió.kr.

Langfreistaða skuldin við árslok 2022 var 233,5 mió.kr. 

Tórshavnar havn eigur 225,5 mió.kr og kommunan átta mió.kr.

 

Høvuðsorsøkin til, at hallið í Klaksvíkar kommunu gjørdist munandi størri, er, at ætlaðar inntøkur frá sølu av lendi og fastognum ikki gjørdust veruleiki, sigur kommunan.

 

Klaksvík 61 mió. í halli

Næst størsta kommunan, Klaksvík, hevði 60,6 mió. kr. í halli í fjør, tað var fyri avdráttir. 

Inntøkurnar vóru 315,3 mió. kr., raksturin kostaði 254,1 mió. kr. og íløgurnar 112,4 mió. kr.

Í fíggjarætlanini var hallið 37 mió. kr.

Høvuðsorsøkin til, at hallið gjørdist munandi størri, er, at ætlaðar inntøkur frá sølu av lendi og fastognum ikki gjørdust veruleiki, sigur kommunan.

Langfreistaða skuldin var við árslok 2022 var 345 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. september
Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
162935
Sunnudag 24. september
Bolero 24 sep 2023
163241
Sunnudag 24. september
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
163239
Sunnudag 24. september
Credo: Vitlíki
163211
Leygardag 23. september
Jambalaja 230923
163225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894