Fróðskaparsetrið noyðist at húsast í fyribilsloysnum

25.05.2023 - 07:55
AktueltPolitikkur
Fróðskaparsetrið noyðist at húsast í fyribilsloysnum
Ein fyribils skrivstovubýlingur á Frælsinum og Eirargarður kunnu vera loysnin, nú Fróðskaparsetrið skal flyta úr einum parti av Sjóvinnuhúsinum næsta summar
Kampuss skal byggjast á Frælsinum fyri 1,2 mia. kr.
Mynd: Savnsmynd  
 

Kampuss, sum skal byggjast á Frælsinum í Havn, verður væntandi liðugur í 2031-2032, um politiskur vilji og fígging eru.

Men longu næsta summar skal Fróðskaparsetrið flyta úr einari hædd í Sjóvinnuhúsinum, har ein stórur partur av Setrinum í løtuni húsast. Restin av Fróðskaparsetrinum skal flyta úr Sjóvinnuhúsinum í 2025 og møguliga seinni. 

Tí verður arbeitt við at finna eina loysn at hýsa Setrinum, sum er ein fyribils skrivstovubýlingur á Frælsinum, ella har á leið, og Eirargarður. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í skúlamálum, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

 

Byggja kampuss fyri 1,2 mia. kr. 

Heildarætlanin um kampuss á Frælsinum í Havn umfatar tríggjar bygningar, 20.000 fermetrar, og 8.500 fermetrar skulu høvuðsumvælast.

Haraftrat kemur parkeringskjallari.

Kostnaðurin nú er 1,2 milliardir krónur.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur, at aðalorðaskifti um Fróðskaparsetrið verður í løgtinginum í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. september
Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
162935
Sunnudag 24. september
Bolero 24 sep 2023
163241
Sunnudag 24. september
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
163239
Sunnudag 24. september
Credo: Vitlíki
163211
Leygardag 23. september
Jambalaja 230923
163225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894