- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónistar skulu sleppa at arbeiða meira og mótrokningin hækka
23.05.2023 - 13:26
Aktuelt›Politikkur
Pensjónistar skulu sleppa at arbeiða meira og mótrokningin hækka
Landsstýriskvinnan hevur fingið áheitan frá pensjónistum um mótrokningina. Formaðurin í trivnaðarnevndini heldur, at breið semja er i tinginum um at hækka markið

Stórur tørvur er á arbeiðsmegi, og tí eigur mótrokningin í pensjónini ikki at forða pensjónistum at sleppa til arbeiðis, halda tey, sum hava skrivað undir áheitanina á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Pensjónistar skulu sleppa at arbeiða, so at teir betur kunnu uppihalda sær sjálvum.
Tað sigur Ingrid S. Henriksen, fólkapensjónistur.
Hon er ein av stigtakarunum til áheitan um at minka mótrokningina í fólkapensjónini, og í gjár handaði hon landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, áheitanina.
Jørgen Niclasen, formaður í løgtingsins trivnaðarnevnd, heldur, at breið semja er í løgtinginum um at hækka markið, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.
Mótrokningin var evnið í Breddanum fyrrapartin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23052023_Pensjonistar_og_motrokning
Allur Breddin kann hoyrast her.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV