Samráðast við fýra feløg hesa vikuna

22.05.2023 - 12:20
AktueltPengar
Samráðast við fýra feløg hesa vikuna
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fer hesa vikuna at hitta felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, Lærarafelagið, Maskinmeistarar og Heilsurøktarafelagið
Samráðingar eru aftur við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hesa vikuna.
 

Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum halda fram.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum skal hesa vikuna hitta felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, Lærarafelagið, Maskinmeistarar og Heilsurøktarafelagið.

Í morgin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir til samráðingarborðið. 

Hetta er triði fundur millum partarnar. 

 

Hava ynski um broytingar

- Vit hava lagt fram ynski um broytingar, og hava útgreinað ymisk viðurskifti, so vit vita, hvat vit tosa um, sigur Óluva í Gong, forkvinna fyri sjúkrarøktarfrøðingar, í stuttari viðmerking við útvarpið.

Sáttmálarnir hjá feløgunum fóru úr gildi 1.okboter, og enn eru nýggir sáttmálar ikki gjørdir

Krøvini vóru latin 20.oktober.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur longu sagt, at karmurin verður 3,86 prosent í ár og 4,04 prosent næsta ár.


 
 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Jambalaja - R.I.P. Shane MacGowan
167180
Leygardag 9. desember
Upp á tá 081223
167178
Leygardag 9. desember
Vikan 9. desember 20223
167175
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg? (4:4)
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000