- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir nýggir sáttmálar gjørdir
04.05.2023 - 14:19
Aktuelt›Samfelag
Eingir nýggir sáttmálar gjørdir
Í dag hava Lønardeildin og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum samráðingar

Sjey mánaðir eru farnir, síðani sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum við Lønardeildina fóru úr gildi, men enn er eingin nýggjur sáttmáli gjørdur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hóast sjey mánaðir eru farnir síðani 1.oktober, tá sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum fóru úr gildi, eru nýggir sáttmálar ikki gjørdir enn.
Samráðingarnar hava verið og eru, men enn hava tær ikki borið á mál.
Í dag hava Lønardeildin og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum samráðingar.
Og Lærarafelagið er eisini komið aftur til samráðingarborðið, nú aðalfundur felagsins hevur verið.
Krøvini vóru latin 20.oktober.
Fundur verður millum Lønardeildina og Lærarafelagið mikudagin.
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur longu sagt, at karmurin verður 3,86 prosent í ár og 4,04 prosent næsta ár.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV